Steinbjørn er klaksvíkingur, sonur Emmu, f. Larsen, og Sam Jacobsen, vanliga nevndur Sam í Búðunum.
Sum 14 ára gamal arbeiddi hann á tunnuvirkinum hjá Bjarna Lützen, og sum 17 ára gamal fekk hann starv á Føroya Bjór. Í 1962-63 koyrdi hann hýruvogn og vøruvogn í Klaksvík. Eftir tað fór hann aftur á Føroya Bjór og seinni á heilsøluna hjá Kjølbro.
Í november 1966 fekk hann starv á Posthúsinum í Klaksvík sum postboð. Hann var postboð í 20 ár til 1986, tá hann flutti inn á pakkadeildina og bleiv settur sum pakkimeistari í 1987. Hetta starv hevur hann røkt, til nú hann legði frá sær seinasta fríggjadag.
Steinbjørn er kanska best kendur sum fótbóltsleikari. Hann byrjaði sum 12-13 ára gamal á skúlaliðnum, har teir m.a. plagdu at spæla ímóti fuglfirðingum. Hann var 16 ára gamal, tá hann fyrstu ferð spældi við fyrstu deild hjá KÍ. Annars spældi hann fast á fyrstu deild frá 1958 til 1975. Hann hevur 13 ferðir verið við á føroyameistaraliði, tríggjar ferðir við dreingjaliðnum og nýggju ferðir í fyrstu deild, og einaferð við triðjudeild, tá teir eisini blivu steypavinnarar. Hann var leikandi venjari hjá fyrstu deild frá 1966-71, tey góðu árini hjá KÍ, tá teir blivu føroyameistarar fimm ár á rað. Tá hann gavst í fyrstu deild, spældi hann í aðru og triðju deild. Hann var eisini fimm ferðir við á Landsliðnum og fekk gullnálina. Sum frítíðarítriv hevur Steinbjørn bridgespæl.
Steinbjørn er giftur við Karin Mariu, f. Dahl, úr Klaksvík, tey fingu fýra døtur: Emmu, f. 1962, Jórun, f. 1963, sum doyði fimm ára gomul í 1969, Súsonnu, f. 1965, og Jórun, f. 1980.
Hóast Steinbjørn er farin frá, kemur hann nokk at hjálpa til á Posthúsinum nú til jólar og at avloysa av og á.