Seinasta skotið í Viðareiðstunlinum í morgin

Hátíðarhald verður í Viðareiði í morgin, tá seinasta skotið verður latið av fyri Viðareiðistunlinum.

Góðar trettan mánaðir aftaná, at spakin varð settur í til Viðareiðistunnilin, verður aftur skipa fyri almennum hátíðarhaldi, tá seinasta skotið verður latið av í morgin. Í tí sambandinum verður skipað fyri hátíðarhaldið við tunnilsmunnan inni á Dølum á Viðareiði, ið byrjar klokkan 14.


Tað verður Elinborg Thomasen, ið er kona fyrrverandi festaran og mamma núverandi festaran inni í Dølum, ið hevur fingið heiðurin at lata síðsta skotið av.


Á hátíðarhaldinum fara Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Løgtingsins rættarnevnd, at flyta fram røður, umframt at fleiri røður verður á skránni á Hotel Norð, har Viðareiðis kommunan bjóðar til kaffi aftaná hátíðarhaldið.


Landsverk er byggiharri á verkætlanini, meðan LBF, Samtakið Articon og Spenn ávikavist eru høvuðsráðgevar, høvuðsarbeiðstakarar og fakeftirlit.


Viðareiðistunnilin er 1.939 metrar langur og tilkoyringarvegirnir eru tilsamans umleið 3.700 metrar.