Edmund S. Jacobsen, sum seinastu sjey mánakvøldini hevur verið at sæð á DR2, verður á aftur á skíggjanum í kvøld, men fyri seinastu á hesum sinni. »Læsegruppen Sundholm«, sum sendingin har Edmund hevur ummælt bøkur saman við trimum øðrum heimleysum, eitur, er sostatt komin at enda.
Tá upptøkurnar til sendingina byrjaðu, búði Edmund á Sundholm, ið er eitt herberg fyri heimleys í Keypmannahavn. Har búði hann í hálvttriðja ár, áðrenn hann fyri kortum flutti í egna íbúð á Amager. Og tað er júst í íbúðini hjá Edmundi, at upptøkurnar til seinastu sendingina eru gjørdar.
- Eg fekk eina bókahyll sum gávu frá teimum. Tey komu eisini við morgunmati, sum vit ótu saman, áðrenn seinastu upptøkurnar, og aftan á ótu vit sushi, fortelur Edmund, sum við íbúðini ikki er at rokna sum heimleysur longur.
Men teir fimm mánaðirnir á eini madrassu, og tey bæði árini á herbergum og búsentrum hava lært Edmund nógv.
- At vera heimleysur eitt heilt lív er ein verumáti, sum onnur ikki tosa við um. Í so máta er tað reint luksus, bara at hava verið heimleysur í mánaðir ella búð á herbergi og búsentrum í tvey ár. Heimleys eru oftast fitt og erlig fólk. Tey hava tíð at tosa í mun til flest onnur, har klokkan, karrieran og krøv stýra øllum, sigur Edmund, sum gleðir seg til sendingina í kvøld.
- Eg havi ikki sæð hann hana sjálvur, men hetta er ivaleyst tann sendingin, har eg eri mest við. Tað er Mads Brügger, sum stýrir slagnum í kvøld og hann kann vera nokk so harður. Men í sendingini í kvøld slapp hann ikki at stýra mær, tí eg eri væl fyri og kenni hann so gott eftirhondini, sigur Edmund S. Jacobsen um sendingina, sum verður víst á DR2 klokkan tíggju føroyska tíð.
Edmund S. Jacobsen er hoyvíkingur, 42 ára gamal og útbúgvin skipsførari og skipsverkfrøðingur. Hann hevur siglt í 12 ár, men er í dag vælkendur millum føroyingarnar í Keypmannahavn, har hann skipar fyri føroyskum tiltøkum.