Seinasta samdøgur setti Danmark aftur met í nýggjum smittutilburðum, tá talið kom upp á stívliga 55.000. So, hóast avmarkingarnar í Danmark nú byrja at gerast fortíð, er koronu-smittan tað ikki. Hon livir nevniliga sítt lív, sum ongantíð áður.
Tað vísa tøl hjá Statens Serum Institut í Danmark.
Av 204.652 PCR-royndum gjørdist neyva talið av nýggjum smittaðum 55.001. Tað merkir, skriva danskir miðlar í dag, at smittuprosentið liggur á sløkum 27.
Smittutølini seinasta samdøgur koma í kjalarvørrinum av, at ein røð av avmarkingum, sum hava verið galdandi í Danmark, fullu burtur týsdagin.
Tískil er ikki neyðugt longur at vísa fram koronu-pass, og neyðugt er heldur ikki at brúka masku fleiri staðni.
Millum tey smittaðu seinasta samdøgur, eru 2992, sum áður hava havt koronu, og sum tískil nú hava fingið koronu-smittu meira enn ta einu ferðina.
Talið av innløgdum við koronu í Danmark hevur ongantíð verið so stórt sum nú. Í løtuni liggja 1092 fólk á sjúkrahúsi við koronu, men fleiri av hesum eru innløgd av øðrum orsøkum.
Seinasta samdøgur doyðu 20 fólk aftrat við koronu í Danmark.
Umframt tey 1092, sum í løtuni eru innløgd við covid-19 á donskum sjúkrahúsum, eru 256 onnur, sum eisini eru fongd við covid-19, á psykiatriskum deildum.
Týsdagin visti danska Heilsustýrið í einari frágreiðing at siga, at millum 250 og 300 av teimum innløgdu við koronu, hava trupulleikar við andarásini sum avleiðing av smittuni.
Av teimum mongu innløgdu, liggja bert 26 á intensivari deild, harav 16 fáa andahjálp við respiratori.