Um tit ikki enn hava upplivað familjushowið Lort í býin í Norðurlandahúsinum, er síðsta útkall nú
1800 vaksin og børn hava higartil upplivað Meylu, Smarna, Jógvan Líggjas og Dia Regin á pallinum saman við 10 dansarum og klovinum JoJo úr USA. Fleiri nýggir sangir eru komnir afturat teimum longu vælkendu.
Seinasta framførslan verður í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.00. Atgongumerki eru at fáa í Norðurlandahúsinum ella á Kunningarstovunum í Havn, Runavík og Fuglafirði. Eisini ber til at keypa atgongumerki a www.nlh.fo