»Seinasta paradís á jørð« á størstu filmsstevnu í Norðurlondum

Talan er um størstu filmsstevnu í Norðurlondum

Filmsstevnan í Gøteborg hevur í dag kunngjørt, at nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá "Seinasta paradís á á jørð" er á Nordic Light skránni hjá teimum. 

 

 

 

Filmstevnan í Gøteborg er størsta filmsstevna í Norðurlondum, og hevur yvir 270.000 vitjandi. Umframt at 2.200 filmsfólk frá yvir 50 londum vitja sølustevnuna Nordic Film Market, ið er knýtt at filmsstevnuni.

 

 

 

Filmurin, ið hevur fyrstu almennu sýningina í Føroyum í Havnar Bio 10. apríl, fær viðmæli í skránni, sum verandi hugtakandi og hjartanemandi.

 

 

 

Frumsýningin verður í Bio Roy í Gøteborg 29. januar, umframt at filmurin eisini verður sýndur á Nordic Film Market dagarnir eftir.

 

 

 

Almennu sýningarnar á filmsstevnuni í Gøteborg eru:

 

 

 

Mikudag 29. januar - 17:30 - Bio Roy (Q&A)

 

Hósdagin 30. januar - 13:30 - Bio Roy (Q&A)

 

Fríggjadagin 31. januar - 20:15 Biopalatset 1

 

Hósdagin 1. februar - 10:00 - Biopalatset 1

 

 

 

Atgongumerki til føroysku sýningarnar sum byrja í Havnar Bio 10. apríl, eru komin til sølu á bio.fo