Seinasta opna uppboðssøla í ár

Fjórða opna uppboðssølan av fiskirættindum verður í morgin kl. 13.

 

 

Tað er Fiskamarknaður Føroya, ið stendur fyri uppboðssøluni.

 

 

Á uppboði hesuferð eru 8500 tons av norðhavssild og 9297 tons av svartkjafti.

 

 

Tilsamans skal seljast í ár 53,000 tons av norðhavssild, 54,594 tons av svartkjafti, 10,894 tons av makreli, 2213 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 614 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum.

 

Hetta er næstaseinasta uppboðssøla í ár. Ein afturlatin uppboðssøla er eftir.