So mátti hetta síðsta neystið á Biskupsstøð lúta fyri nútíðini ? ella framtíðini ? samstundis sum ein nýggj gongugøta við parklyktum verður løgd fram við hesum søguliga plássi
Í løtuni verður fríðkað á hesum øki við skráum og hækkaðari gøtu og sandi løgdum í fjøruna.
Eisini er ætlanin at seta upp parklyktir, so her herst rættiliga hugnaligt.
Øll neystini eru nú burtur í økinum og støðin, har lagt varð at, er eisini undir gróti í dag.
Hetta seinasta neystið, sum varð tikið niður mikudagin, varð í síni tíð bygt av Einari á Syðradali og Dáva úr Gerðum. Dávur vildi byggja nærindis beiggja sínum, J. Fr. Kjølbro, sum hevði stórt virksemi í grannalagnum.
Jú, so fer tíðin við øllum ? onkur fegnast, og onkur er keddur.
Men Bakkahjallarnir sleppa at hyggja at í eina tíð enn ? teir stóðu her, tá ið Nólsoyar Páll á sinni búleikaðist har í økinum, og fyri nøkrum árum síðan vórðu teir endurlaðagir og eru í dag eitt prýði og samstundis ein varði um tað farna, sum vert er at varðveita.










