Seinasta: Minst 213 fólk deyð av bilbumbu

Talið av deyðum eftir yvirgangsálopið á irakska høvuðsstaðin Baghdad í gjár økist í heilum. Upprunaliga varð mett, at 83 fólk doyðu í álopinum, men varð tað í gjárkvøldið broytt til 125 deyð. Í morgun er tað talið tó økt til 213 fólk, sambært tíðindastovuni AFP.


Líkt er til, at tað kann taka fleiri dagar at finna øll líkini, sambært hjálparfólkum, ið AFP hevur tosað við.


- Vit hava brúk fyri nøkrum døgum at finna øll líkini. Hetta er ein trupul uppgávu. Listin av ofrum, ið eg havi sæð, inniheldur heilar familjur. Ein faðir og hansara synir, ein móðir og hennara døtur. Heilar familjur vórðu dripnar í álopinum, sigur hjálparfólkið við AFP.


Spreingingin kom frá einari bilbumbu, ið islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina av. Bumban sprongdist ærhendis eini matstovu og sølumiðstøð í býarpartinum Karrada, har fleiri fólk vóru savnaði í samband við ramadan.


Irakska stjórnin hevur lýst tríggjar dagar landasorg eftir tí, ið kann lýsast sum størsta álopið á Baghdad síðan Irak-kríggið.