Seinasta leikumfar fyri jól

Hetta vikuskiftið verða seinastu dystirnir í flogbóltskappingini fyri jól. Bara meistaradeildin spælir hetta vikuskiftið, hinar deildirnar eru longu farnar í jólafrí.

 

Hetta vikuskiftið verða seinastu dystirnir í flogbóltskappingini fyri jól. Bara meistaradeildin spælir hetta vikuskiftið, hinar deildirnar eru longu farnar í jólafrí.


Flogbóltur

tíðindaskriv


Meistaradeild menn

Dystirnir eru hesir:

Leygardagur 16. des. Kambsdalur

ÍF?Fram kl. 15.00

Leygardagur 16. des. Gundadalshøllin Fleyr?Mjølnir kl. 15.00


Sera spennandi leikumfar hetta vikuskiftið. Á Kambsdali skulu ÍF og Fram royna at fylgja við Mjølni. Hjá báðum hesum liðunum er av alstórum týdningi at vinna. Fram er á veg úr aldudalinum eftir at hava tapt tríggjar dystir á rað vunnu teir endiliga aftur seinasa dyst. ÍF hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar, so bæði liðini eru eitt sindur viðbrekin. Fyrri dysturin millum hesi liðini var í Havn, og tá vann ÍF 3- 1.

Oddaliðið Mjølnir skal í Havn royna at tryggja oddastøðuna. Tað kunnu teir gera, vinna teir á Fleyr. Mjølnir er 4 stig fammanfyri hini liðini, sum er, men Fleyr er um at finna spælið, sum gjørdi teir til føroyameistarar seinasta kappingarár, fram aftur. Seinast var tað ÍF, sum fekk at føla, at Fleyr vil vera við í oddastríðnum aftur í ár, og tað kann meira enn so henda, at Mjølnir eisini fær tað trupult í Gundadalshøllini leygardagin. Fleyr er í tí støðu, at dysturin skal vinnast, um gloppið upp til Mjølnir ikki skal gerast ov stórt. Mjølnir kann tapa og framvegis vera oddalið, men sigurin er tó eisini sera týdningarmikil hjá teimum.


Meistaradeild kvinnur

Dystirnir eru hesir

Leygardagur 16. des. Kambsdalur

ÍF?TB kl. 13.00

Leygardagur 16. des. Gundadalshøllin

Fleyr?Mjølnir kl. 13.00


Í stríðnum um 3. plássið skulu ÍF og TB dystast á Kambsdali leygardagin. Kappingin hjá kvinnunum er farin í tvey, tí Dráttur og Mjølnir hava lagt seg nakað fram um hini liðini. Henda dystin er torført at meta um, tí bæði liðini spæla ógvuliga ójavnt. ÍF hevur seinastu dystirnar ikki megnað at spælt nakað serligt, men hjá TB var stórspælið frammi ímóti Drátti seinasta dyst. Tað rakk tó ikki til sigur, men TB tykist at vera betur fyri sum er. ÍF hevur fyrimunin av heimavølli, og tað kann gerast munurin, tí TB hevur trupulleikar á útivølli.

Fleyr fær aftur hetta umfarið møguleikan at arga annað toppliðið. Hesaferð er tað Mjølnir, sum í klassikaranum skal til Havar at spæla. Fleyr og Mjølnir eru einastu liðini, sum hava vunnið meistardeildina, og dystir millum hesi liðini eru altíð nakað serligt. Mjølnir hevur seinastu árini staðið seg betur enn Fleyr, men hóast tað hevur Fleyr altíð av og á megnað at vunnið onkran dysti á Mjølni. Um tað eydnast hesaferð er ivasamt, tí Mjølnir spælir trygt og væl. Fleyr kann eisini spæla væl, men sum skilliga sást í dystinum ímóti Drátti seinasta sunnudag, so megnar Fleyr ikki rættiliga at fylgja við, tá ið mest umræður. Mjølnir er tí greiður favorittur til henda dystin.