Komandi leygardag fer Havnarkórið at hava konsert í Fríðrikskirkjuni. Talan verður um fráfaringarkonsert hjá Ólavi Hátún, nú hann gevst sum kórleiðari hjá Havnarkórinum
Ólavur ætlaði upprunaliga, at várkonsertirnar í ár skuldu verða tær seinastu við sær sum kórleiðara. Kirkjuligi parturin av framførslunum varð tó ikki búgvin til framførslu undan summarfrítíðini, og tí verður talan um konsertir nú í september. 1. oktober tekur Leif Hansen við sum nýggjur kórleiðari, eftir at Ólavur Hátún hevur stjórnað kórinum í samfull 48 ár.
- at eg valdi Fríðrikskirkjuna til okkara framførslu uttan fyri Havnina hevur sína orsøk í tí, at vit altíð hava kent okkum væl sum gestir í Fríðrikskirkjuni bæði vegna tað eiggiliga kirkjurúmið og vegna tann blíðskap, sum okkum tá altíð hevur verið fyri. Eisini munnu ógloymandi kórminnir frá Hans J. Højgaardsa døgum og mín tíð sum toftalærari telja við, sigur Ólavur Hátún við heimasíðuna hjá Nes kommunu.
Konsertin í Fríðrikskirkjuni leygardagin byrjar klokkan 17.










