Seinasta konsertin hjá Beatles

BBC fer seinni í hesum mánaðinum at vísa upptøkur frá seinastu konsertini hjá The Beatles, og upptøkurnar skulu vísa, at konsertferðirnar hjá bólkinum ofta vóru kaotiskar og illa skipaðar.

Seinast offisiella konsertin hjá The Beatles var í San Fransisco tann 29. august í 1966, og upptøkur eru frá hesari konsert. Upptøkurnar hava ongantíð áður verið sýndar fram alment, men tað verður í næstum.