Seinasta Hvítusunnan í Samuelskirkjuni

Hvítusunnudgag klokkan 14 verður føroysk guðstænasta í Samuelskirkjuni við nógvum góðum tónleiki og solosangi.

Bergur Jaobsen, prestur, sigur, at aftan á guðstænastuna bjóðar kirkjuliðið, sum vanligt, drekka úti í garðinum ella í kryptin, alt eftir hvussu veðrið lagar seg.

– Sum støðan sær út í løtuni, verður seinasta føroyska guðstænastan í Samuelskirkjuni annan jóladag í ár. Føroyska kirkjuliga arbeiðið í Keypmannahavn heldur tó fram – men, frá 6. januar í 2013 í nýggjum hølum. Kirkuligu mynduleikanir í Keypmannahavn, saman við Føroyska Kirkuráðnum, fara nú at leita eftir hóskandi hølum, og vit frætta fegin frá útisetum um uppsskot til hølir, sigur Bergur Jacobsen

Ætlanin er at finna eina kirkju, ið liggur høgliga í býnum og helst eisini nærhendis teimum, sum eru her niðri í lestraørindum.

Føroyska kirkjuliðið hevur hildið til í Samuelskirkjuni á Nørrebro síðani 1971, men tey 97 árini, regluligar guðstænastur hava verið hildnar, hevur annars verið hildið til víða um, millum annað í Abel Katrine kirkjuni, í Mariu kirkjuni og í Vartov.

Føroyska Kirkjuráðið í Keypmannahavn hevur onga óvirkan á lagnuna hjá Samuelskirkjuni, sum letur aftur, tí fólkagrundarlagið í sóknini er farið frá 9000 fólkakirkjulimum í sekstiárunum til undir 1500 í dag. Samstundis er fólkatalið í Keypmannahavnar kommunu minkað við umleið 250.000.

– Kirkjan verður, sum kunnugt, ikki bygd av múrsteinum, men av teimum, sum savnast um orðið – ella rættri sagt, av teimum, sum Guð savnar um orðið. So hóast mong fara at sakna góðu hølisviðurskiftini í Samuelskirkjuni og tær mongu ríku løturnar har, so kunnu vit fegnast um, at føroyska kirkjuliga arbeiðið heldur fram sum partur av Keypmannahavnar Biskupsdømi, sigur Bergur Jacobsen.