Seinasta hond verður løgd á stevnuskránna

Tað verður í nærmastu framtíð, at Føroya fólk fær innlit í nýggju stevnuskránna hjá Fólkaflokkinum. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, formaður floksins, tá hann verður spurdur um hvussu líður við arbeiðinum at samtykkja nýggju stevnuskránna. Eitt arbeiði, ið varð sett í gongd, tá Annika Olsen fyri einum ári síðan aftur gjørdist partur av Fólkaflokkinum.


- Í løtuni verður seinasta hond løgd á arbeiðinum. Talan er um rættlestur, orðingar og annað kosmetiskt arbeiði, sigur Jørgen Niclasen.


Á landsfundinum í heyst varð stevnuskráin løgd fram fyri fundarfólkinum og samtykt við stórari undirtøku, men tað er kortini floksleiðslan, ovasta leiðsla í flokkinum, ið skal endaliga góðkenna stevnuskránna.


- Stevnuskráin verður løgd fyri floksleiðsluna innan heilt stutta tíð, og so verður hon almannakunngjørd, upplýsir Jørgen Niclasen.


Jørgen Niclasen vísir á, at tað var hart tiltrongt at stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum varð dagførd.


- Gamla stevnuskráin var frá Kalda krígnum, og var merkt av síni samtíð. Tí er neyðugt við eini nýmótans stevnuskráin. Ein stevnuskrá, ið vendir seg meira til frælsi og tryggleikan hjá tí einstaka borgaranum í Føroyum, sigur Jørgen Niclasen.