Seinasta hond løgd á verkið

Út við 30 nólsoyingar leggja í hesum døgum seinastu hond á verkið, nú teir mikukvøldið fara sang- og dansiferð til Íslands.

Út við 30 nólsoyingar leggja í hesum døgum seinastu hond á verkið, nú teir mikukvøldið fara sang- og dansiferð til Íslands.

 

Nólsoyar Manskór hevur trý ár á baki, og tíðliga í fjør vár var avgerð tikin um at gera eina sangferð til Íslands í summar.

 

At tað júst var Íslands, ið var valt, er ikki so løgið, tí stovnarin av manskórinum er íslendskur tilflytari. Tó ikki meira, enn at konan er hálvur nólsoyingur.

 

Kórið var sett á stovn fyri trimum árum síðani, og vant hevur verið trúliga líka síðani. Tilsamans liggja sangararnir um teir 20, tó at tað liggur ikki fyri hjá øllum at møta altíð. Men nú farið verður til Íslands, eru teir um 20 sangarar.

 

Nólsoyingar eru frá gomlum døgum kvæðakempur, og teir hava eisini mangan verið við til Føroyakvøldini, sum vóru í Norðurandahúsinum. Tað er eisini orsøkin til, at tað verður ein dansibólkur við í ferðalagnum.

 

Dansispølini verða Sandoyardansur, Gamla Keta, Ríða Ediling og Bandadansur, og so verður rundað av við nøkrum fáum ørindum úr ymsum kendum og minni kendum kvæðum.

 

Nøkur ørindi verða tikin úr Grettirs kvæði, úr Fuglakvæðnum, Orminum Langa, Harra Pætur og Elinborg, Torkils døtur, Ólavur Riddararós, Leivs kvæði og Flóvin Bænadiktsson.

 

Ferðalagið telur tilsamans eini 50 fólk, og farið verður við Norrönu komandi mikudag, og komið verður aftur fríggjadagin 12. juli.