Seinasta hond løgd á verkið í dag

Fótbóltsvøllurin inni í Dal á Sandi er liðugur Sandoyar Skúlasamband hevur í dag fingið handaðan nýumvælda vøllin í Traðardali.

B71 skrivar á heimasíðu síni, at týskararnir, sum hava lagt nýggja vøllin á, hava verið óførir at arbeiða og hava onkuntíð arbeitt til út á náttina.

Nú er meira ella minni klárt at fara at spæla á vøllinum, sum FSF tó skal góðkenna.

Felagið heitir annars á fólk, sum hava hjálpt til við arbeiðinum, um at koma inn í Dal í kvøld at fáa sær ein bita og okkurt drekkandi.