Seinasta heilsanin

Góði Dánjal
Góði flokslærari!

Hví hendi hettar........?
Hví ert tú ikki her meira..........?
Hvat við øllum ið vit skuldu.....?
Hví vardi tað so stutt.........?
Hví, hví...?
Tað eru so nógvir ósvaraðir spurningar.

Vit hava havt minningarløtu um teg á skúlanum.
Vit sungu, lósu úr Bíbliuni og vit bóðu.
Vit sluppu at gráta,
vit sluppu at skriva og tekna okkara sorg,
niður á pappír.
Men tað er soooo svárt...
Og tað fer at vera so svárt framyvir at koma í skúla,
koma inn í flokstovuna og tú ert ikki har.

Vit vildu ynskt at vit kundu sagt tær farvæl

Alt sýnist strævið tá ein er 12-13 ár,
Bæði skúli og alt, men tú dugdi so væl.
Tú skilti okkum, og tú var góður við okkum.
Við hvørt mátti tú tala at,
tá vit ikki uppførdu okkum sum 12-13 ára gomul.
Tú var ikki líkaglaður.
Tú ynskti at vit, sum Tínir næmingar
máttu hava góðan atburð fyri at koma víðari í lívinum.

Tú dugdi at fáa alt so áhugavert,
søgu, danskt, enskt og
ikki minst kristnitímarnir.
Og so telvingin, aftaná skúlatíð.

Góði Dánjal!
Í allari sorg okkara, vilja vit siga tær TAKK
Og tey góðu minnini um teg,
tey goyma vit í hjørtum okkara.

Vit síggjast aftur heima hjá Jesupápa

Vit sakna teg.

6 & 7 fl. á Viðareiði