Seinasta heilsan til ommu, Anna Louisa Jacobsen

31.01.20-08.04.14


Sita her við vindeygað,

eg og omma her inni,

eg skrivi hon bindur

hóast høgur er aldurin

minni onki bilar.

Útslitnar hendur so mangt

eitt plaggið er farið ígjøgnum.

Fólk at síggja í bønum

eftir vegnum aftur og fram

børnini spæla, hurðin gongur

hvør er her?

Gangi eftir sandinum, síggi

eitt gásapar við ungum,

eitt síl leypa upp úr sjónum,

heilsi upp á tey ið fara framvið

“Hey, ert tú her í dag”,

Ja enn einaferð lá leiðin

inn í Botnin.


Takk fyri nógvar góðar løtur omma og abbi, veit bróðir hevði sagt tað sama, nú tit eru saman, saman við hinum báðum.

-----

AE.í K