Seinasta heilsan til Marjun - okkara sjúkrasystur

Hví Gud, hví?

Við eymum kenslum, við sorg vit Teg spyrja,
hví skuldi tað nú verða so?
 
Almáttugur ert Tú - altvaldandi Faðir,
men Gud vit Teg spyrja: hví Gud?
 
Vit syrgjandi, leitandi, sorgarfullar standa
til Tín - kæri Faðir - eina bøn.
Biðja í várum hjørtum og drýpa várt høvur,
Men Gud, góði svara:
Hví Gud?
 
Nú farin hon er heim í bústaðir Tínar
vit spyrjandi stara,
hví Marjun, hví eisini hon?
Vit finna ei troyst hesa syrgjandi løtu
og um teirra onkarson.
 
Sum misti sín pápa og nú sína mammu,
á Gud! Ger eitt undurverk her,
og um Tú ei kanst, vára knø vit oss boyggja.
Tín kærleiki steðgar ei her.
 
Hjá onkarsoninum ver!
 
Í Honum eg orki alt, sum meg styrkir
vit lesa í Bíbliu vár.
Sorg, sakn og sút í Tínar hendur vit leggja
Tú lekir øll bløðandi sár.
Takk góði Gud fyri Marjun á Krákusteini.
 
 
Starvsfelagarnir á E3 og Pleygudeildini ah