Seinasta hálið áðrenn valið

Í stórfingnari hólmgongu í Miðlahúsinum í gjárkvøldið royndu Jan Christiansen og Heðin Mortensen av øllum alvi at draga seinastu atkvøðurnar inn um stokkin

Í gjárkvøldið høvdu Føroya fólk møguleikan at fylgja við meðan fyrrverandi borgarstjórin og sitandi 2. varaborgarstjóri, Jan Christiansen, umboðandi andstøðu og sitandi borgarstjóri, Heðin Mortensen, umboðandi samgongu, vórðu sendir í krovið á hvørjum øðrum í einum heitorðaðum stríði um at fáa seinastu atkvøðurnar í skjáttuna.

Miðlahúsið var fullsett, umframt at hólmgongan varð varpað beinleiðis á Rás2, og tískil var talan um nógvar møguligar atkvøður, ið enn kundu hálast í land. Lagt var tí upp til lívligt orðaskifti millum báðar stríðshanarnar úr Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum.

Lagt varð út við skørpum spurningi, har teir skuldu greiða veljaranum frá, hví fólk ikki skuldu velja hin partin.

Síðan var farið til eitt evni, ið fyllir rættiliga nógv, nevnliga fíggjarpolitikkurin hjá Tórshavnar Kommunu. Heðin Mortensen legði doyðin á at kósin má haldast, tí at setta kósin er góð, meðan Jan Christiansen langaði út at kósin má broytast, so at skipið ikki siglir niður í avgrundina. Tøl og prosentir vórðu vend á høvdið og snarað fleiri ferðir eftir vild, soleiðs sum møguleiki eisini altíð býðst við hagtølum.


Trý er gandatalið

Tá teir báðir stríðshanarnir vórðu lidnir at venda og snara fíggjartølunum, fingu teir eitt gylt høvi at vísa á trý mál, teir ynskja at fremja, verður annar teirra borgarstjóri.

Báðir komu teir inn á fíggjarpolitikkin, har Jan Christiansen lovaði varnan fíggjarpolitikk, meðan Heðin Mortensen lovaði at halda fram við somu kós.

Eisini lovaðu teir einmæltir at betra munandi um korini hjá musikkskúlanum. Ásannandi at har eisini eru nógvir veljarar, ið hava tætt tilknýti so ella so til musikkskúlan, hevði eisini verið óhugsandi, at annar teirra slakaði á tí økinum. So vítt so gott.

Í triðja og seinasta punktinum valdu teir báðir tó tveir heilt ymiskar veljaraskarar at fríggja til.

Meðan Jan Christiansen fríggjaði til ungdómin og argjafólk við eini ítróttarhøll á Argjum, valdi Heðin Mortensen at fríggja til tann eldra veljaraskaran við at lova munagóðar útbyggingar á eldraøkinum.


Smurdu tjúkt uppá

Væl av valagni varð grýtt út til fiskarnar, og yvirhøvur var trivnaðurin hjá borgarunum settur í hásæti. Bústaðarpolitikkurin var uppi at venda, og meðan Heðin Mortensen royndi at vissa veljaran um at gongd var í málinum, og at kommunan bert bíðaði eftir bústaðarpakkanum hjá samgonguni, ásannaði Jan Christiansen at okkurt sjálvandi má gerast við málið, men ávaraði samstundis móti at kommunan fór at inn sum aktivur byggiharri við teirri grundgeving, at har kommunan hevði verið byggiharri seinastu fýra árini, gjørdist kostnaðurin nógv hægri enn upprunaliga ætlað.

Ungdómurin fekk eisini sín part av valagninum, og kvøldtilboðini til ungdómin, serliga í Hoyvík og á Argjum, skulu betrast munandi, um farast skal eftir orðunum hjá teimum báðum borgarstjóraevnunum.

Kollfirðingar fingu lovað grundstykki í hópatali, og Heðin Mortensen fór so langt sum at lova trupulleikan loystan fyrst í nýggja árinum, verður tað upp til hann.

Miðbýurin fekk eisini sín part, og stríðið fór so langt sum at snúgva seg um parkeringspláss, sentimetrar og einkultar handilsgluggar.

Spurningar úr salinum vóru eisini nakrir í tali og tá standurin á býarbussunum fekk ákoyringar, vóru stríðshanarnir skjótir at taka undir við spyrjaranum og lova batar.

Endað varð við einum spurningi úr salinum um skattaprosentið, og báðir vóru teir samdir um at skattaprosentið ikki skal hækkast, og Jan Christiansen segði at skattaprosentið enntá tolir at verða lækkað við einum prosenti.

Samanumtikið smurdu teir tjúkt uppá og grýttu nokk av valagni út til veljaran, ið enn ikki hevði gjørt av hvar krossurin skuldi setast.