Hondbóltur
Alt bendir á, at talan verður um størsta gallakvøldið yvirhøvur, nú 10. útgávan av slagnum stendur fyri framman.
Fyri fýra árum síðani var annars vandi fyri, at gallakvøldið datt niðurfyri, tá einki felag veruliga vildi átaka sær at skipa fyri hesum. Í evstu løtu tók hondbóltsdómarafelagið tó stig til at skipa fyri kvøldinum, og saman við á leið 100 spælarum varð veitslan hildin í HB-húsinum.
- Saman við Hartvig Joensen og Hannis Wardum sat eg tá í nevndini í Dómarafelagnum. Vit vistu, at okkurt felag hevði roynt at tikið stig til kvøldið, men tað var líka sum eingin, sum svaraði. Kanska eisini, tí at tað hetta árið var ein mánaður ímillum, nær kappingarárið endaði hjá ávíkavist monnum og kvinnum.
- Sjálvur helt eg, at tað vildi verið synd fyri hondbóltin, um kvøldið datt niðurfyri, tí hetta plagar líka sum at vera kvøldið, tá eitt ordiligt punktum varð sett fyri kappingini. So eg ringdi til Hannis at vita, um vit ikki skuldi royna hetta árið. Og so kundi okkurt felag taka yvir til næstuferð.
Og illa kann sigast annað enn, at væl hevur gingist. Hóast bert ein vika var at fyrireika fyrsta kvøldið í, gjørdist talan um eitt gott kvøld. Dómarafelagið hevur havt kvøldið um hendi síðani hetta. Í fjør var undirtøkan somikið góð, at veitslan varð flutt niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi, tí HB-húsið var ov lítið. Og nú fríggjakvøldið fer luttakaratalið helst at vera um tey 300.
Spíla seg út
Men hetta verður so eisini fyribils seinasta ferðin, at tað eru dómararnir, sum skipa fyri kvøldinum, sigur Eyðun.
- Vit hava kanska verið bangnir fyri, at kvøldið datt niðurfyri. Í øllum førum er eingin annar, sum hevur hildið seg framat at skipa fyri veitsluni. Í fjør søgdu vit tó, at hetta var seinasta ferðin, men tá vit so fingu at vita, at árið í ár varð tað tíggjunda, hildu vit, at vit skuldu taka eitt tørn afturat, sigur Eyðun Samuelsen.
- Og so vóna vit, at okkurt felag aftur tekur uppgávuna á seg. Tí tað hevur eisini verið ótrúliga stuttligt, tá veitslan hevur verið úti á bygd, sigur Eyðun, sum annars roknar við, at talan veruliga verður um eitt rimmar kvøld.
- Vit royna sjálvandi at gera nakað eyka burturúr, nú talan er um tíggjunda kvøldið. Vit hava fingið Jákup Weyhe og Kim Hansen at standa fyri undirhaldinum, og onkur navnframur gestarøðari verður eisini. Sjálvur haldi eg, at dansurin er prikkurin yvir i’num, og til hetta hava vit fingið spaðar 5 at spæla. Og hesaferð verður dansurin í høllini.
Vestmenningar stjólu myndina
Og lítil ivi er um, at eisini veitslugestirnir fara at gera sítt til, at kvøldið verður eitt av teimum heilt góðu.
- Tað er heilt ótrúligt, sum nógv verður gjørt burturúr. Damurnar eru ótrúliga flottar í sínum gallakjólum, og eisini mannfólkini gera heilt nógv burturúr.
- Í fjør var tað eisini fantastiskt, tá VÍF gjørdi sína entré í eina leigaðari limousinu. Teir veruliga stjólu myndina frá hinum liðunum, og tað var heilt suverent at síggja.
- So eg ivist ikki í, at talan verður um eitt fríggjakvøld. Karmarnir eru í øllum førum heilt optimalir, og so mugu vit vóna, at alt annað gongur júst, sum tað skal gera eitt slíkt kvøld, sigur Eyðun Samuelsen at enda.
---
Fakta
Á gallakvøldinum verða hesi steyp latin til spælarar og venjarar í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini
Besti málskjútti
Ársins stjørnuskot
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins álopsspælari
Ársins spælari
Ársins venjari
Eisini verður steyp latið ársins dómaraparið, eins og landsliðsvenjararnir hjá kvinnum og monnum hava kosið eitt serligt úrvalslið. Tað eru spælarar og venjarar hjá liðunum í bestu deildunum, sum hava greitt atkvøðu um, hvørjir spælarar skulu fáa ymsu virðislønirnar.