Seinasta freist at tekna seg í dag

Í morgun høvdu 312 fólk teknað seg til árliga vinnudagin í Norðurlandahusinum, fyrilestrahaldarar og onnur koma aftrat, so luttakaratalið fr helst at tátta í teimum 400, sum Vinnuhúsið væntaði.

Freistin at tekna seg til vinnudagin er úti í dag.
Vinnudagin er fyrst og fremst ætlaður føroyskum vinnulívsfólkum og fólki við tilknýti til føroyska vinnu.
Har verða fyrilestrar, orðaskifti og avdúkingii av Ársins Virki og Ársins Átaki.
 Á skránni eru  fyrilestrar við Deiric McCann frá Profiles International, Sigvald Rist, stjóra í Lofotprodukt og føroysku Juannu Schrøter Joensen, sum er Ph.D. í búskaparfrøði og adjunktur á Handelshögskolan i Stockholm.
Kjakið verður undir heitinum “Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag”, og til at kjakast um hetta evni hevur Vinnuhúsið fingið Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu í Kappingarráðnum, Johnny í Grótinum, íløgustjóra í BankNordik og Tummas Justinussen, stjóra í Supply Service.
Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.