Í morgin, fríggjadagin 1. september, er seinasta freist at luttaka í landalagskanninginan, sum Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn skipað fyri.
Tá upprunaliga freistin var úti 1 september, høvdu einans 130 fólk svarað spurningunum. Freistin varð tí longd til 1. september við teirri vón, at fólk fara innaftur á síðuna og gera kanningina lidna.
Nú bert ein dagur er eftir at svara, er talið á luttakarum vaksið munandi, og er komið uppá 375 fólk, sum hava svar spurningunum.
- Vit vóna tó, at tá morgindagurin er liðugur er samlaða talið komi upp á 500 fólk, verður sagt í tíðindaskrivi.
.
Heitt verður á fólk um at fara inn á síðuna.
Ikki er neyðugt at svarað øllum spurningunum. Er okkurt ein ivast í, kann ein leypa spurningin um. Lítið er betri enn einki, og allur bati bøtur.