Seinasta fíggjarlógin til viðgerðar í dag

Klokkan 10 í morgun fer Løgtingið undir viðgerð av seinasta fíggjarlógaruppskoti hjá hesi samgonguni. Uppskotið varð lagt fram fríggjadagin og tað skal samtykkjast fyri nýggjár.

 

Fíggjarløgtingslógin er týdningarmesta lógin hjá samgonguni, tí við henni verður alt býtið av almennu pengunum ásett.

 

Hesaferð er samgongan einsamøll sum uppskotssetari. Tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 varð lagt fram í fjør var andstøðuflokkurin Sjálvsstýrisflokkurin eisini við sum uppskotsstillari.