Seinasta ferðin til Boston

Innirógvarar verða ikki sendir til Boston framyvir, sigur Jan Herman Hansen

Innirógvarar verða ikki sendir til Boston framyvir, sigur Jan Herman Hansen.

 

C.R.A.S.H. – B heimsmeistarakappingini í inniróðri verður skotin í gongd í dag. Í tí sambandi hevur Róðrarsamband Føroya úttikið fimm innirógvarar, sum skulu rógva í Boston. Sætti føroyski luttakarin hevur sjálvur fíggjað ferðina yvir um hav. Men hetta er seinasta ferðin til Boston, sigur formaðurin í RSF, Jan Herman Hansen.

 

- Vit senda ikki fleiri innirógvarar til heimsmeistarakappingina í Boston. Undirtøkan er alt ov lítil, sigur Jan Herman Hansen.

 

Einans fimm innirógvarar meldaðu seg til úttøkukappingina, sum varð hildin 11.januar. Allir fimm kláraðu kravtíðirnar, sum var ein topp 25 plasering eftir úrslitunum frá heimsmeistarakappingini í Boston í fjør. Tað er ikki nøktandi, metir nevndarlimur í RSF, Martin Simonsen.

 

- Vit valdu hetta átakið fyri at kveikja áhugan fyri inniróðri. Mann kann avgjørt staðfesta, at Boston ikki hevur verið tann gularótin fyri føroysk kappróðrarfólk, sum vit høvdu vónað, sigur Martin Simonsen.  

 

Kjak um ferðaútreiðslur

Sambært facebook-síðuni fyri kappróðraráhugað í Føroyum, hevur nógv kjak verið seinastu tíðina um ferðakostnaðin til Boston. Atfinningar hava verið um, hvørt RSF heldur skuldi nýtt peningin til at stimbra heimligu kappingina. Millum annað er eitt uppskot á facebook-síðuni at veita skúlaverkinum fíggjarligan stuðul, so kappróður kann gerast ein partur av ítróttarbreytunum, eins og hondbóltur er vorðin.

 

Sambært ársfrásøgnini hjá RSF fyri 2012, nýtti sersambandið 52.433 krónur í 2011 til ferðing uttanlands og 91.388 krónur í 2012. Jan Herman Hansen vísir á, at kostanðurin fyri Boston ferðirnar hevur verið sera skiftandi, síðan RSF í 2011 sendi fyrstu innirógvararnar yvir um hav. Miðalupphæddin fyri øll árini hevur ligið beint undir 70.000 krónur. Tá eru stuðlar til endamálið eisini íroknaðir. Hesar upphæddir er Jan Herman Hansen nøgdur við. Hann heldur, at tað er umráðandi, at peningur verður settur av til slíkar kappingar.

 

- Yvir 300.000 krónur verða árliga nýttar til at reka heimligu kappingina. Tað er eisini umráðandi, at rógvarar kappast eftir Ólavsøku. C.R.A.S.H. – B heimsmeistarakappingin í Boston var ein møguleiki at halda kappróðrinum uppi um veturin, sigur Jan Herman Hansen. Hann vísur harvið øllum atfinningum aftur um, at RSF raðfestir fíggjarligu orkuna skeivt.  

 

Hann leggur samtundis afturat, at RSF framyvir fer at arbeiða mótvegis einari luttøku í heimsmeistarakappingini í Coastal Rowing. RSF keypti nevniliga ein sokallaðan ´Coastal Rowing bát´ í fjør. Hesin skal nýtast til altjóða kappingar. Gongst eftir ætlan, verður nýggi báturin longu tikin í nýtslu til HM í Danmark, sum verður hildið seinni í ár.