Seinasta ferðin

Eingin nýggjur leikari var við á føroyska hondbóltslandsliðnum, sum fríggjadagin legði leiðina til Belgia

Landsdystur

Leygardagin skal føroyska A-landsliðið í manshondbólti spæla sín seinasta dyst í inniverandi EM-undankapping. Seinasti, tí tað er so eingin møguleiki fyri, at liðið vinnur seg víðari úr kappingini, men hinvegin tykist tað vera ein grundað vón um, at føroyingar ikki enda á niðasta sessinum í bólkinum.
Dysturin á heimavølli móti Belgia prógvaði í øllum førum, at føroyska liðið einki hevur at ræðast, men hinvegin skal eingin rokna við, at føroyingarnir fáa nakran lættan dyst í Belgia. Til dystin her manglaðu mótstøðumenninir Christophe Bourlet, sum við sínum 53 dystum er ein av royndastu leikarum á liðnum. Hetta tí hann noyddist at venda við á ferðini, tá konan skuldi eiga.

Fleiri ivamál
Meira týdningarmikið er kanska, at fleiri ivamál er um okkara egnu leikarar. Tá vit hóskvøldið royndu at frætta, hvussu støðan var í hópinum, var framvegis stórur ivi um Áka Olsen og Svein Justinussen. Áki stríðist við ein skaða í lærkrikanum, men roknað varð tó við, at hann verður við í ferðalagnum, tó at tað er meira ivasamt, um hann fer tikið lut í dystinum. Sveinur hevur ligið sjúkur við krími alla vikuna, og seint hóskvøldið var framvegis ikki tikin støða til, hvørt hann fór at verða partur av hópinum. Og undir øllum umstøðum kann roknast við, at hann ikki verður so væl fyri, sum hann undir vanligum umstøðum er, um hann var við í flogfarinum.
Hinvegin tykist Mortan Hansen vera komin heilt fyri seg, eftir at hann annars hevði verið sjúkur undan dystinum móti Belgia. Hóast hann var við í hópinum til tann dystin, so var sjónligt, at hann ikki var 100%, og tí var spælitíðin ógvuliga avmarkað. Og so tykist tað mest sum sannlíkt, at Ingi Olsen eisini verður partur av hópinum.

Fáa tað besta fram
Í aðrar mátar tóktist lagið á manningini tó at vera gott. Tó at tað kundi verið talan um trý stig í fyrra dystinum móti Belgia, so ásanna teir kortini, at tað eisini kundi koppað hinvegin, og kanska fram um alt, so sýndu leikararnir, at teir stóðu saman undir trýsti. Nú er tað tó Belgia, sum hevur fyrimunin av heimavølli, og tí verur stríðshugurin kanska betri, men alt í alt, so skuldu útlitini fyri einum spennandi dysti tó verið á eini heilt góðari leið.
Skal talan gerast um føroyskan sigur, so er tað tó enn einaferð neyðugt hjá hvørjum einstøkum leikarar at toga tað allarbesta í sær sjálvum fram, og so verður eisini neyðugt at finna aðrar skothóttanir enn Heina Joensen fram. Mett eftir fyrra dystinum man lítil ivi vera um, at mótstøðumenninir frá fyrsta bríksli fara at hava eitt vakið eyga við honum. Nakað sum kanska kann geva øðrum betri pláss. Eitt nú Halgiri Dahl Olesen, sum avgjørt eigur at vera gott boð upp á sessin á vinstra bakki, tó at hann ikki hevði ein av sínum bestu døgum seinast. Hvussu er og ikki, so skal stríðshamurin tó finnast fram eina ferð enn, og at leikararnir megna hetta, hava teir so í øllum førum prógvað einaferð.