SEINASTA: Føroyingurin funnin aftur í London

(Snorri Brend skrivar:)

Fyri løtu síðani varð boðað frá, at horvni maðurin var komin afturíaftur á Heathrow flogvøllinum í London. Soleiðis er hetta málið uppklárað.

Annars skrivaði Portalurin soleiðis kl. 17:

Tað er framvegis ein gáta, hvat er vorðið av einum 60 ára gomlum føroyingi, sum í seinastu viku skuldi umborð á eitt skip í Gana.

Politiið í Danmark hevur eftirlýst mannin.

Maðurin, sum býr í Danmark, fleyg seinasta sunnudag umvegis Oslo til Heathrow floghavn í London, og sama dag skuldi hann flúgva víðari til Gana, har skip hansara lá. Maðurin var stýrimaður á hesum skipinum.

Men í staðin fyri at kekka inn, ætlaði hann at flyta fráferðina tveir dagar fram. Broytingin varð tó avbestilt, ti maðurin fekk at vita, um hann ikki kom fyrr enn tá, var einki arbeiði til hansara meira á skipinum.

Skipið boðaði reiðarinum frá, at maðurin ikki var komin fram, og reiðariið bar boðini víðari til politiið.

Tað hevur ikki eydnast myndugleikunum at fáa upplýst, um maðurin kann búgva á hotelli í London, men tað liggur fast, at VISA-kort hansara er brúkt 4. november, tveir dagar eftir, at hann hvarv.

Eingin hevur frætt nakað frá manninum síðan, men umframt eftirlýsingina hevur politiið í Danmark sett fólk til burturav at leita eftir manninum.