Sunnudagin klokkan 15 verður hátíðardámur í Leirvík, tí tá verður seinasta bókaframløgan av Leirvíkar Bygdarsøgu. Tá Martin Fjallstein leggur fram sætta og seinasta bind er talan um eitt bókaverk, sum liggur um 2.900 blaðsíður.
Martin Fjallstein, sum er leirvíkingur, er rithøvundur, og bygdarmaðurin Axel Eysturstein prentari hevur greitt bókaverkið til prentingar. Hópin av heimildarfólki, skjalatilfari og hjálp frá góðum fólki hava gjørt sítt til, at tilfarið er fjølbroytt bæði í teksti og myndum.
Henda bygdarsøgan er eitt uppslagsverk. Í bindi 1 er fornsøgan, markatalsbygdin og hús og ættir á Toftanesi, í bindi 2 er kirkjusøgan, heimamissiónin, brøðrasamkoman, losjan og skótarnir og hús og ættir við Garð, í bindi 3 er skúla- og kommunusøgan, í bindi 4 er eldra fiskivinnusøgan, í bindi 5 er yngra fiskivinnusøgan og í bind 6 er tann stóra húsa- og ættarsøgan. Í øllum bindunum eru harafturat ymsi onnur mentanarbrot og hendingar.
Høvið verður at ogna sær øll seks bindini av Leirvíkar Bygdarsøgu útgávudagin 23. mars, tá ið tilboðsprísur verður latin.
Hanna Jensen og Osmund Justinussen fara at halda røðu, 17 sangarar úr Klaksvík og Hanus G. Johannesen fara at syngja, og eisini verður felagssangur. Til ábit bjóða fyrireikararnir høvdasúpan, sum Poul Rustin borðreiðir við.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Martin Fjallstein um Leirvíkar Bygdarsøgu.