Í 2018 varð Brennistøðin á Hagaleiti umvæld, og í tí sambandi lá hon still í fýra mánaðir. Í hesum tíðarskeiðinum varð alt brenniburturkastið ballað og lagt á goymslu í grótbrotinum úti á Vík. Tilsamans vórðu 10.230 ballur lagdar á goymslu, og beint fyri páskir varð seinasta ballan koyrd í køstin á Brennistøðini, skrivar IRF í tíðindaskrivi.
Tað hevur tikið longri tíð enn upprunaliga mett at brenna alt burturkastið á goymsluni, og hetta kemst millum annað av góðu gongdini í samfelagnum seinastu árini og methøgu burturkastnøgdunum.
Men síðani koronasmittan kom til Føroyar, hevur brennistøðin á Hagaleiti ikki fingið eins nógv burturkast, sum hon hevur fingið áðrenn, og tí hevur tað gingið skjótari at brent tær seinastu ballurnar, og fyri páskir varð seinasta ballan brend.
Brennistøðin hevur herfyri fingið eina kvørn at kvarnað timbur og annað. Hetta tilfarið verður blandað saman við øðrum tilfari. Av tí sama gongur skjótari at brenna.
Umvælingin av Brennistøðini hevur eydnast avbera væl, og IRF er farið frá at brenna í miðal 56 tons um samdøgrið til í miðal 78 tons um samdøgrið.
##med2##











