Lesur tú føroyskar bøkur?
- Eg havi lisið nakrar føroyskar bøkur gjøgnum árini, men nú lesi eg mest danskar.
Tað sigur Randi Borðoy.
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Fyri tað mesta lesi eg dokumentarbøkur, men seinasta árið havi eg lisið mest fakbøkur í samband við eftirútbúgving.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Í løtuni havi eg tvær bøkur á náttborðinum. Onnur er Skyggedanseren, sum Sara Omar hevur skrivað. Hin er ein norsk bók, Mirakler i hverdagen, sum Helen Lee hevur redigerað.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Eg havi altíð verið glað fyri at fingið bøkur í jólagávu, sigur Randi Borðoy.











