Seinasta almenna sýning av Føroyingasøgu

Týskvøldið verður seinasta sýning av leikinum á Gamla Maiaríi í Havn. Síðani verður farið á bygd

SJÓNLEIKUR
Tíðindaskriv

Sjónleikurin Føroyingasøga, sum hevur verið sera vælmótikin av skúlaungdóminum hevur sína seinastu almennu sýning týskvøldið 24. februar 2004 kl. 20.00 á Gamla Meiaríi, áðrenn farið verður út at vitja bygdirnar.
Leikurin viðger tíðarskeiðið frá uml. 960 til Tróndar deyða.
Í leikinum, sum Ria Tórgarð hevur leikstjórnað, síggja vit tær báðar Kristinu Hansen og Katarinu Nolsøe í eini mongd av leiklutum, sum mynda persónar, sum livdu í hesum so hendingarríka og søguliga tíðarskeiði.
Atgongumerkir eru at fáa á Kunnigarstovuni.