Seinar avgerðir

Bæði hjá Svøríki og Onglandi vórðu áskoðararnir hildnir leingi á pínubeinkinum, men tá alt kom til alt lagaðu úrslitini seg til fyrimuns fyri favorittarnar

HM-Bólkur B

 Vit vistu, at tað fór ikki at verða lætt. Fólk hava tosað um, at talan var um lættan dyst, men vit vistu, at vit alla tíðina máttu halda okkum til okkara spæliætlan, um tað skuldi eydnast, og tað gekk at enda. Boðskapurin er greitt, at vit gevast ikki á hondum.
Soleiðis segði Davic Beckhamm, eftir at Ongland við bit og slit hevði togað ein 2-0 sigur heim móti undirmettu Trinidad & Tobago.

Hálv fiasko
Talan var nærum um eina endurtøku av svensku fiaskoini, tá Ongland spældi móti Trinidad & Tobago. Í 83 minuttir høvdu bretar eina hampuliga yvirvág, men tað eydnaðist teimum ikki at skora. Ikki minst høvdu Crouch og Lampard sínar møguleikar, uttan at hetta tó kostaði nakað av sær.
Og hinvegin hevði Trinidad & Tobago í tveimum førum sera naskar royndir, tá Paul Robinson var farin á eydnuleysa útferðir eftir innleggum, og í seinna førum var tað bert ein akrobatisk bjarging frá John Terry, sum forðaði einum leiðslumáli.
Sjey minuttir fyri leiklok brast tó fyri nev, tá Peter Crouch stútaði innlegg frá Beckham í kassan. Og so kundi Steven Gerrard í yvirtíðini høgga eitt vinstrabeinsskot upp í krossin til endastøðuna.

Sviar væl fyri
Eisini Svøríki mátti bíða leingi, tá teir í seinasta dystinum í gjár bastu Paraguay. Eftir javnleikin móti Trinidad & Tobago vóru sviar noyddir at vinna, men hetta gekk ongan veg.
At ein hálvskaddur Zlatan varð skiftur út tíðliga í seinna hálvleiki hjálpti millum lítið og einki, men tveir minuttir fyri dystarlok kom forloysandi málið. Fyri fyrstu ferð í 11 mánaðir kom Fredrik Ljungberg á talvuna, tá hann stútaði ein tvørbólt niður í svørðin og í málið.
Sigurin ber við sær, at Svøríki nú er mest sum komið víðari úr bólkinum. Skulu sviar enda á triða plássinum er kravið, at teir tapa fyri Onglandi og at Trinidad & Tobago vinna á Paraguay, og tað tykist í øllum førum hampuliga ósannlíkt, tó at tað ikki kann útilokast.