Seigpíning av skipaeigarum

Á framløgufundinum hjá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe um fiskiskipaflotan, helt Jónsvein Knudsen, útgerðarmaður fyri, at samfelagnum tørvar ein grunn, sum kann hjálpa monnum burtur úr fiskiskipavinnuni.

Hann vísti á, at í summum førum er grundarlagið undir rakstrinum hjá ávísum skipabólkum alt ov veikt. Í hesum sambandi sipaði hann til, at fiskidagarnir, sum hesi skip og bátar hava, eru alt ov fáir. Hann vísti á, at tað eru trolbátar, sum eiga færri enn 100 fiskidagar, sum hvørki eru av liva ella doyggja av.

– Hetta er seigpíning av vinnuni, sum hann tók til.

Jónsvein Knudsen helt tí, at ein grunnur langt síðan átti at verið skipaður, har fiskivinnan og tað almenna rindaðu eina ávísa upphædd inn um árið.

– Ein slíkur grunnur kundi so verið við til at hjálpt monnum, sum hava eitt ov veikt grundarlag undir sínum fiskifari, burtur úr aftur vinnuni, segði hann.