Eric Clapton er ein livandi leganda. Gittarspælarin, sum hevur gjørt um seg í bólkum og sum solistur, savnar framvegis eina ørgrynnu av fólkum, allastaðni hann spælir.
Í kvøld hevur Slowhand, sum hann eisini verður róptur, konsert í Parkini í Keypmannahavn, og har er sum vera man útselt til framførsluna.
Millum teir mongu áhoyrararnar verða eisini nógvir føroyingar, sum í gjár fóru við flogfari av landinum.
? Clapton er ein legenda, so vit nýta hetta høvi til at sleppa á konsert hjá honum. Hetta er tað nærmasta, hann kemur, sigur Gissur Patursson, sum er ein av teimum, sum fer til konsertina.
Framførslan í Keypmannahavn er partur av eini heimskonsertferð, sum byrjaði í Japan í november mánaði í fjør, og hetta er einasta konsert, hann hevur í Norðurlondum á hesum sinni.
40 ár í tónleiki
Eric Clapton hevur verið virkin sum tónleikari í eini 40 ár. Tá ið hann miðskeiðis í sjeytiárunum fóru undir sínar yrkisleið sum solistur, varð hann longu kendur og virdur sum ein av stóru rockgittaristunum.
Hann spældi í bólkum The Yarbirds, Cream og Blind Faith.
Í 1974 kom fyrsta solofløgan hjá honum, og hon reyk upp á tónatindarnar, og sangurin »I shot the Sheriff« gjørdist eitt stórt hitt kring allan heimin.
Clapton hevði rættiligan undanvind í sjeytiárunum, men í áttatiárunum gekk eitt sindur upp og niður hjá honum, men tá ið hann í 1989 kom við út´gavuni Journeyman var hann aftur í stórformi.
Í mars mánaði í 1991 doyði fýra ára gamli sonur hansara, og aftaná hevði Clapton tað trupult, men hann hevði óvæntað eydnu við sær í tónleikinum. Meðan hann syrgdi deyðan hjá soninum, gav hann út eina konsertfløgu og skrivaði tónleik til ein film. Ein av sangunum, hann skrivaði, var Tears in Heaven, sum gjørdist eitt ordans hitt.
Síðani hevur Clapton givið nógvan tónleik út, og hann er í hesum døgum aktuellur við eini útgávu, har hann spælir sangir hjá bluestónleikaranum Robert Johnson ? Me and Mr. Johnsson kallast útgávan.
Tann størsti
Konsertin í Parkini í kvøld verður undir øðrvísi umstøðum, enn konsertir har vanliga verða hildnar. Pallurin verður mitt inni á vøllinum, takið verður drigið út yvir, og so sleppur bert helmingurin av tí, sum kundi rúmast í Parkini, til konsertina. Endamálið við hesum er at gera eina tætta og hugnalig konsert, hóast fleiri túsund fólk rúmast inni.
? Clapton hevur verið nakað heilt serligt fyri meg. Eg vaks næstan upp við tónleikinum hjá honum, og sum 14 ára gamal minnist eg, at eg fyri fyrstu ferð seldi eina plátu hjá honum, sigur Gissur Patursson, sum framvegis selir plátur hjá Clapton í fløguhandlinum hjá sær.
? Eg eri nervøs fyri at fara á konsertina, tí hetta er tónleikur, sum gongur mær sera nær. Sanginir koma so tætt, at eg veit ikki, hvussu eg fari at reagera, tá ið eg hoyri hann spæla teir live, sigur hann.