LÓGARSMÍÐ
Vesturheimurin er á gáttini til at fara í kríggj. Loypir NATO á Irak er Danmark og harvið eisini Føroyar óbeinleiðis partar av krígnum.
Tað setir føroyingar í eina margháttliga støðu. Ein gomul hernaðarlig revsilóg er nevniliga framvegis galdandi, og hon hevur við sær, at deyðarevsing kemur í gildi í Føroyum, um kríggj brestir á.
Talan er um lóg nr. 114 frá 7. mai 1937: »Militær straffelov«. Í grein 16 í lógini verður staðfest, at landsskaðiligt virksemi kann geva deyðadóm. Í grein 34 verður sagt, at »den, der tjener Fjenden som Spion straffes med livet«.
Í Danmark var lógin tikin av í 1973 og ein nýggj lóg sett í staðin. Men í Føroyum er lógin ongantíð broytt.
Sostatt er deyðarevsing enn galdandi í Føroyum hóast tað sjálvandi bert er á gulnaða pappírinum. Eitt undarligt tekin at senda út hjá eini tjóð, sum bæði sigur seg vera uttanveltað í ósemjum millum lond, og sum byggir á eina kristiliga og humanistiska siðvenju, ið vanvirðir deyðarevsing.
Avtøka samtykt
Løgtingið samtykti tann 22. desember 2001 ríkislógartilmæli um at taka av hernaðarligu revsilógina fyri Føroyar, so at deyðarevsingin varð jarðað. Sostatt er málið avgreitt í Føroyum, men enn er ríkislógartilmælið ikki kunngjørt av donsku myndugleikunum. Deyðarevsing er sostatt framvegis í gildi Føroyum.
Ríkisumboðið hevur sent málið víðari til danska forsætismálaráðið. Steen Ryd Larsen, skrivstovustjóri í forsætismálaráðnum, sigur, at tey ikki eru partur av málinum, tí tað hoyrir til verjumálaráðið. Í verjumálaráðnum var rætti viðkomandi ikki at hitta, tá Sosialurin spurdi seg fyri.
Ikki til at liva við
Orsøkin til, at deyðarevsingin aftur er komin upp at venda, er at løgtingið hósdagin viðgjørdi eitt uppskot um at góðkenna ein ískoytissátmálla til evropeiska sáttmálan um mannarættindi, sum fullkomiliga avtekur deyðarevsing.
Henni tóku allir tingmenn undir við, men so leingi hernaðarliga revsilógin ikki er tikin av í Føroyum, er deyðarevsingin kortini framvegis galdandi. Á tingfundinum fóru løgtingsmenn tískil at umrøða hernaðarligu revsilógina, sum eftir øllum at døma er trupul at fáa lívið av.
? Tað hevur ikki verið óvanligt, at tað hevur tikið drúgva tíð at fingið ríkislógartilmæli staðfest, tá tey eru farin frá løgtinginum. Eg veit ikki, hví danskir myndugleikar ikki hava avgreitt málið enn, men eg haldi tað vera sera óheppið. Tí vit vita, at um kríggj brestir á, so fær hernaðarliga revsilógin gildi í Føroyum ? og harvið eisini deyðarevsing. Og tað er ikki til at liva við, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, sum altso eisini fevna um deyðarevsing.
Løgmaður lovaði á tingfundinum hósdagin at taka málið upp við danska forsætisráðharran.