2. deild
TB fær nú aftur møguleikan at spæla fótbólt í bestu deildini. Ella í øllum førum hava teir møguleikan at spæla um hendan møguleikan.
Hesum syrgdu tvøramenn fyri, tá teir á heimavølli vunnu 4-1 á KÍ. Tað vóru annars klaksvíkingarnir, sum løgdu seg á odda, men eftir at TB hevði javnað, var tað alla tíðina sjónligt, hvønn vegin tað bar.
Eftir steðgin staðfesti TB sigurin við trimum málum, og nú er um at vera klárt til dystirnar, sum skulu gera av, hvørt aldursforsetin aftur skal vinna seg í fremstu røð.
Sum landið liggur í løtuni, so verður tað móti FS Vágum, at hesin dysturin skal spælast, og tað hevur TB helst einki ímóti. Í øllum førum var tað TB, sum dróg longra stráðið, tá somu lið dystaðust um sessin fyri nøkrum árum síðani, men hinvegin stendur møguleikin fyri eini lokaluppgerð móti VB ella einari revansju móti Skála eisini opin. Og tann spurningurin verður so ikki svaraður fyrr enn næsta leygardag.
dysturin í tølum
TB-KÍ 4-1 (1-1)
0-1: Marius Nystrøm
1-1: Kaj Roest
2-1: Olivur Abrahamsen
3-1: Hallur Christiansen
4-1: Jens R. Sørensen