Seglvirkið á Skála

Á gamla ?planloftinum? á Skála Skipasmiðju, heldur Aðalstein Magnusson til við seglvirki sínum, Norðsegl. Tað eru einans tríggir útbúnir seglmakarar í Føroyum


 
Hevur tú ein bonk, ið treingir til nýtt betrekk, ella hevur tú brúk fyri eini hoppiboyu, so er bara at ringja til Aðalstein Magnusson.
Á ?planloftinum? á Skála Skipasmiðju, heldur hann til við seglmakaravirki sínum, og tað er nærum bert hugflogið, ið setir markið fyri, hvat ein seglmakari kann gera.
Í løtuni ger hann eitt slag av klipsum fyri MBM. Tey skulu brúkast at heingja spjøldrini í, sum seyðurin verður merktur við.
Eftir at hava arbeitt á seglhúsinum í Klaksvík í nógv ár, fór Aðalstein til Danmarkar í seglmakaralæru. Hann varð avlærdur í 2000 og hevur síðani tá arbeitt á Skála, har hann eisini tekur eina hond í á skipasmiðjuni, tá lítið er at gera á seglvirkinum.
Vil tú vita meira um seglvirkið, Norðsegl á Skála, ber til at ringja á 214557 ella senda ein teldupost til amagn@post.olivant.fo