Rás 2 fekk orðið á Jens Marius Poulsen, umborð á Westward Ho, tá teir sigldu undir Stóru Dímun, á veg norður til Hvalvíkar.
Sjey skip eru við, meðan eini tveir bátar leggjast afturat seinni og Jens Marius Poulsen sigur, at bæði føroyingar og útlendingar eru við á túrinum.
Fylgið væntast á Hvalvík kl 18.00. Á Hvalvík verða tiltøk fríggjakvøldið og so verður gist, áðrenn leiðin liggur út til Nólsoyar leygarmorgunin. Har verður steðgað tríggjar tímar og skipini eru opin fyri vitjan, áðrenn siglt verður víðari til Runavíkar.
Í Runavík verður skipað fyri ymiskum tiltøkum. Kári Sverrison fer at syngja og spæla, røður verða hildnar, møguleiki verður at vitjað ymisku skipini, og felagssangur og føroyskur og eingilskur dansur er eisini á skránni.
Sunnudagin á miðdegi loysa skipini frá kai, og tá er Føroya Regatta 2014 at enda komin.










