Seglskip úr Skotlandi vitjar Føroyar

Tíðindaskriv

 

Alba Venturer ? sum Ocean Youth Trust Scotland eigur, og sum er venjingarskip hjá skotskum ungdómi kemur á vitjan í Føroyum. Alba Venturer fór úr Kyle of Lochalsh í Skotlandi.

Millum manningina er eisini ein føroyingur, 17 ára gamli viðingurin Rói Abrahamsen.

Ferðin sum nevnist »Nautiska avbjóðingin 2001« verður stuðlað av BP í Bretlandi og BP Exploration (Faroes).

BP heldur túrin vera áhugaverdan, og stutt eftir at ferðin er av, byrjar BP sína egnu áhugaverdu rannsókn á føroyska landgrunninum.

Ferðin til Føroya tekur í minsta lagi tríggjar dagar, og kann koma at seta stór krøv til manningina, um veðrið gerst baldrut. Úr Føroyum verður farið til Hetlands og Suðuroyggjar, áðrenn ferðin endar í Aberdeen 29. juni.

Felagsskapurin Ocean Youth Trust Scotland hevur til endamáls at menna ungdómin og geva honum sjálvsvirðing. Ígjøgnum 28 ár hava fleiri enn 15.500 ungfólk verið til sjós við skipinum hjá felagsskapinum og hava hesi siglt umleið 131.000 sjómíl.

Tey ungu eru við í øllum, sum fyriferst umborð. Tað verið seg í sambandi við seglini, navigatión, reingerð og matgerð. Ferðin gevur ungdóminum møguleika fyri at læra seg sjálvan og onnur at kenna, samstundis sum høvi er at líta á og fremja egnan mátt og førleika.

Alba Venturer verður væntandi á Havnini leygarmorgunin 23. juni.

Mynd av Alba Venturer er á heimasíðuni hjá Ocean Youth Trust Scotland: www.oytscotland.org.uk/boat.html