Seglið ? áhugafelag fyri sigling

Áhugaverdur fundur

sunnukvøldið

Eftir at hava ligið mestsum í vetrardvala, verður nú kallað saman til fundar umborð á sluppini »Høganesi« sunnukvøldið 15. febr. kl. 19.

Har fer Bjarni Sørensen (úr Havn), sum dagliga starvast við Víkingahøllina í Roskilde, við ljósmyndum og sjónbandsfilmi at greiða frá tí stóra virkseminum, tey hava har. Í tí stóru høllini eru framsýningarnar av vík-ingaskipnum, sum funnin vóru í Roskilde fjørði í 60?unum. Stutt frá høllini hava tey bygt eina stóra nýggja »savns-oyggj«. Tá ið tey gróvu út fyri oynni, komu tey fram á nógv skipsvrak frá víkingatíðini og seinni. Hetta økti munandi um keldutilfarið hjá teimum.

Umframt savnsvirksemi starvast Bjarni við skúlavirksemi, knýtt at savninum. Har verða m.a. nógvir føroyskir bátar brúktir, tá ið útferðir við skúlaflokkum skulu gerast á fjørðinum.

Ofta gera tey útferðir við vaksnum og kanska fínari fólki. Tá verða víkingaskipini »Roar Ege« og «Helge Ask« brúkt.

Í summar, um ólavsøkuna, verður stórur víkingamarknaður, kappsigling millum víkingaskip, og nýsmíðað víkingaskip fer av bakkastokki.


Eftir ein kaffisteðg verður prátað um tann nýsmíðaða bátin, vit júst hava fingið frá Hanusi Jensen, sum í løtuni smíðar skip og bátar í Týsklandi.

Hetta er stórt 10-mannafar smíðað í gomlum sniði til árar og segl, sum eitt felag undir stovnan fer at hava um hendur. Tilhaldið hjá bátinum verður við Skálafjørðin.

Øll eru vælkomin at vera við í tiltakinum.


Tá ið flógvir sólvindar fara um sund og fjørð, fara vit aftur at seta segl.