Trolroynd
Magnus Heinason hevur verið úti og roynt hugskotið við at hava segl á trolinum í staðin fyri kúlur. Endamálið er at fáa trolið at "gapa" meira og sleppa undan flotkúlum.
Tað er 87 ára gamli, Petur Højgaard í Saltangará, sum eigur hetta hugskotið.
Eftir at Petur hevði verið umborð á Magnus Heinasyni og skipað fyri, hvussu seglið skuldi setast í trolið, fór skipið av Havnini 19. mars. Við á túrinum vóru Mourits M. Joensen og Kristian Zachariassen frá Fiskirannsóknarstovuni og Guðni Magnús Eiríkson frá lærda háskúlanum í Íslandi.
Kristian Zachariassen hevði ábyrgdina av hesi royndini, sum vardi í tveir dagar.
"Gapaði" meira
Mourits og Kristian hava skrivað eina stutta frágreiðing um royndina, har trolið bæði varð roynt við kúlum og segli.
- Fyrsta dagin høvdu vit bara eitt tóg við kúlunum á trolinum. Hetta varð gjørt fyri at síggja, hvussu høgt trolið gekk uttan segl. Dagin eftir settu vit seglið á. Fyrst varð roynt við øllum kúlunum saman við seglinum. Síðan vórðu kúlurnar tiknar av so líðandi, til 25% av kúlunum vóru eftir.
Mourits og Kristian siga, at trolið gapaði 4,3 metrar bert við kúlum. Við segli og kúlum gapaði trolið 7,3 metrar.
- Tíverri skrædnaði seglið undir skjóting fyrsta tóvið, so røtt mynd ikki fekst av, hvussu tað royndist. Men at trolið gongur munandi hægri við seglinum, er eingin ivi um.
Umborð á Magnusi Heinason royndu teir at bøta um seglið, men tað eydnaðist ikki.
Áhugaverd roynd
- Seglið vísti seg at rigga. Tað kundi verið áhugavert at arbeitt víðari við hesum, og møguliga kundi sniðið verið broytt eitt sindur.
Mourits M. Joensen og Kristian Zachariassen vísa á, at fleiri undirsjóvarupptøkur vórðu gjørdar fyri at síggja, hvussu seglið riggaði.
- Hesar upptøkur vísa, at seglið riggar, sum tað skal, siga teir báðir í frágreiðingini.