Segði seg arbeiða í Klaksvík

Ákærdi koyrdi Skodabilin á verkstað hósdagin 3. november, men mátti fáa hann aftur sama dag, tí hann segði seg arbeiða í Klaksvík

Hósdagin 3. november var ákærdi á verkstaði í Runavík, tí okkurt var galið við bremsunum á Skodabilinum.??
Ein mekanikari, ið arbeiðir á hesum verkstaðnum var í rættinum og greiddi frá, at ákærdi helst hevur fonglast við bremsurnar og hevði oyðilagt okkurt gevind, mintist hann.??
Hann mintist eisini, at ákærdi mátti fáa bilin aftur sama dag, tí hann arbeiddi í Klaksvík, og hann kundi ikki læna nakran annan bil, tí Bakkafrost rindaði fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.??
Hetta er enn eitt dømi um, at ákærdi gekk ógvuliga lætt um sannleikan.??Bilmekanikarin segði eisini í Føroya Rætti gjáramorgunin, at teir ikki hugsaðu nakað um, hvørt baksetrið var í ella ikki, men helt, at teir høvdu varnast tað, um tað ikki var í bilinum.??
Hann mintist ikki, um ein kubbi var í bilinum, men hevur áður greitt frá, at ákærdi hevði sagt, at Bakkafrost hevði goldið fyri kubban.