Bretska forsætisráðharrafrúan, Cherie Blair, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hon fyrradagin helt røðu á tí kenda uttanríkispolitiska stovninum Chatham House í London.
Hóast hon ikki nevndi fangaleguna í Guantanamo, vóru áhoyrararnir ikki í iva um, hvat hon hugsaði um, tá hon segði, at fólkarætturin bannar londum at pína fangar, og at tað finnast eingi undantøk frá teirri regluni, heldur ikki í krígstíð.
Maður hennara, Tony Blair, hevur eisini hert orðalagið um fangaleguna í Guantanamo í seinastuni. Í einari røðu í Undirhúsinum mikudagin segði hann seg vóna, at fangarnir koma fyri ein dómstól skjótt, so teir annaðhvørt verða dømdir ella fríkendir, og soleiðis at fangalegan kann niðurleggjast.









