Eftir áheitan frá verjanum hjá tí nú ákærda manninum var poliitið umleið eina ferð um vikuna biltúr við manninum.
Ein dag gekk leiðin fyrst til Selatraðar, síðan til Hagaleiti, men so bað maðurin politistarnar koyra út á Nes og niðan í hagan.
Ein politistur greiddi í rættinum frá, at mitt í øllum byrjaði maðurin at tosa um Pidda. Politisturin mintist ikki rættiliga, um maðurin segði Piddi ella bara ”him”, men eingin ivi var um, at hann tosaði um Pidda.
Politistarnir høvdu tá sagt við man nin, at hann ikki skuldi tosa um Pidda, uttan so at verji hansara var hjástaddur. Men maðurin vildi ikki hoyra um at senda boð eftir advokaurin.
Hann vildi vera við, at advokaturin hevði sagt, at tosaði hann við politiið, fór hann at verða lagdur í handjørn og fáa harða viðferð.
Maðurin hevði sagt, hvar tey skuldu fara, tí har lá Piddi. Annar politisturin fór úr bilinum, men sá einki. Maðurin sat ímeðan í bilinum.
Politistarnir lótu mannin vita, at teir trúðu honum ikki. Tá bað hann um pappír at tekna á.
Hetta var 16. juli í ár.
Tann ákærdi hevur sagt, at hann einki hevur teknað.
Tá ið politistarnir komu aftur til Havnar, góvu teir leiðsluni boð um, hvat maðurin hevði sagt, og tí komu servandir hundar til Føroya.
Luftaðu mannin
25. juli vóru politistar aftur biltúr við manninum. Teir nevndu hesar túrar fyri, at teir luftaðu hann.
Maðurin var tí í ringum lag, tí politistarnir høvdu givið boðini víðari. Hann hevði sagt seg vilja, at føroysku politistarnir skuldu finna Pidda og eingin annar.
Tann ákærdi hevði eisini, sambært politistunum sagt, at Piddi lá grivin við svørtum og bláum plasti yvir sær.
So fór hann at tosa um, at hann hevði sæð tveir persónar koma í bilin niðan á henda vegin náttina 6. november og grava naklað niður.
Hann var farin á staðið aftur dagin eftir, og tá hevði hann sæð ”him”.
Hann vildi fegin vísa teimum staðið.
Maðurin var við, tá ið hundarnir gróvu. Hann sat í meðan í bilinum og flenti, segði ein politistur.
Í rættinum í gjár m´tmælti verjin, at politistarnir høvdu avhoyrt mannin á túnum. Ta´vóru ikki avhoyringar, søgdu politistarnir, sum ikki hildu seg kunna nokta manninum at tosa. Teir kendu á sær, at maðurin fór at koma við onkrum áhugaverdum.
Politistarnir vórðu spurdir, um teir væntaðu at finna nakað.
Teir svaraðu, at maðurin ljóðaði sannførandi, og politistarnir sum øll onnur vónaðu, at til bar at finna Pidda.