Seedingin avdúkað í dag

Fríggjadagin fer FIFA at kasta lut um, hvussu bólkarnir í HM-endaspælinum í 2010 síggja út. Undan hesum skal tó finnast út av, hvussu liðini skulu styrkimetast, og hetta hevur elvt til trætur. Eitt nú hevur verið gitt, at FIFA hesa ferð ferð at nýta eina blanding av styrkislistanum og HM-avrikunum seinastu tvey endaspølini, tá styrkismetingin verður gjørd. Tað ber millum annað við sær, at Holland kemur í sterkasta bólkin, meðan Ongland dettur ein bólk niður. Verður vanliga styrkismetingin brúkt, verða tey átta ovastu hesi: Suðurafrika, Brasil, Spania, Italia, Týskland, Argentina, Ongland og Frakland.