Seebach fekk Vágsbø at eksplodera

Tað var einki at tosa um: Rasmus Seebach átti í kvøld allan Vágsbø, sum hann var.

 

Í góðan tíma sang og til tíðir spældi Rasmus Seebach øll tey kendu løgini hjá sær. Hóast regnið so var nógv fólk samankomið at lurta.

 

Teir mongu fjeppararnir, sum vóru komnir, fóru ikki skuffaðir heim. Seebach leveraði ein sangin fyri og annan eftir til tey túsundtals fólkini, sum lurtaðu, hoppaðu og fyri tað mesta sungu við. Fremst stóðu tannáringagentur, sum nær við sprongdu decibelskalan, hvørja ferð Seebach byrjaði ein nýggja sang.

 

Einki var at ivast í, at Seebach vildi standa á pallinum at syngja og spæla fyri føroysku áskoðarafjøldini. Við jøvnum millumbilum fór hann eisini út í regnið, har hann heilsaði upp á fjepparar.

 

Ein heilt serlig løta undir konsertini var, tá Seebach bað eina gentu koma upp á pallin at syngja við sær. Sjónligt var, at gentan næstan ikki trúði tí, henni var útfyri. Piprandi fekk hon sungið við niðurlagnum 'Min Engel' við síðurnar av Seebach við klaverið. Rópini mundu heldur ongan enda fingið.

 

Síggj her nakrar myndir frá hesi sera orkuríku og lívligu konsert.