Seebach fær øll við

Tað var kærleiki í luftini, tá ið Rasmus Seebach í gjárkvøldið spældi á Langelandsfestivalinum. Ummælarin hjá Ekstrablaðnum rósar danska popparanum til skýggja

 

Seinastu tvey árini hevur Rasmus Seebach vunnið fram sum best umtókti og mest seljandi danski poppsangarin, og nú hann í summar spælir á donskum festivalum savnar hann fjøldina, sum eingin annar kann.

 

Rasmus Seebach skal spæla á Summar Festivalinum fyrsta vikuskifti í august, og tað er líkt til, at fólk kunnu gleða seg til ta framførsluna.

 

Í gjárkvøldið spældi Rasmus Seebach á Langelandsfestivalinum, og ummælarin hjá Ekstrablaðnum hevur nóg góð orð at bera honum.

 

- Tú skalt leita leingi eftir nøkrum donskum poppsangara, sum hevur so fá ár á baki, ið kann savna eina so breiða fjøld av fólki, sum Rasmus Seebach megnar, skrivar ummælarin.

 

Ummælarin heldur, at í grundini syngur Rasmus Seebach bara banalar kærleikssangir, men tað er kærleiki í luftini, tá ið hann syngur fyri fólki.

 

- Fólk vóru so við upp á Rasmus Seebach mikukvøldið, at sjálvt tatoveraðir familjumenn við eini sigarett í munninum og einari øl í hondini vóru við.