Seebach aftur superstjørna

Gamla dansktop stjørnan Tommy Seebach er vorðin ein superstjørna aftur. Tað er sjónbandalagið Apache, sum er vorðið ein sannur kult klassikari á filmklippsíðuni youtube.com.

 Útvið eina millión fólk hava longu sæð sjónbandalagið, har Seebach syngur út í einum frumskógi. Á hendan hátt skapar Seebach gleði um allan heim, eisini nú eftir sín deyða.