Leygarkvøldið 21. november eru teir so aftur á palli, og tað er á heimavølli, nevniliga í VB húsinum í Vági. 20 ár eru síðani bólkurin varð stovnaður og 15 ár síðani hann gavst, og í hesum sambandi hevur eydnast VB at savna manningina aftur.
Vunnu kapping
Í 1991 luttók Section í tónleikakapping, sum Sjóvinnubankin skipaði fyri, Stjørnukonsertin nevnd. 15 bólkar høvdu teknað seg til, og Section var millum teirra, og tá avtornaði vann Section kappingina og fekk fimmtúsund krónur í virðisløn.
Band í 1991
Í 1991 gav Section út eina útgávi, eitt band, ið nevndist “Í Lagið”. Okkurt av løgunum á bandinum var nógv at hoyra hesa tíðina.
Leygarkvøldið fer Section aftur á pall og manningin er savnað aftur. Í hesum døgum venur bólkurin til leygarkvøldið, tá teir aftur eru “stjørnur í eitt kvøld”. Manningin var eitt sindur skiftandi, men leygarkvøldið eru allir við, sum mannaðu bólkin árini 1989 til ’94, eisini teir sum í dag búgva uttanlands. Hesir mannaðu bólkin:
Hans Jacob Hjelm, sangur
Árni Joensen, guitar
Tønnis Mikkelsen, guitar
Jógvan Joensen, guitar
Kári Debess, bass
Jógvan Elias Thomsen, bass
Rúni í Lágabø, keyboard
Knút Nielsen, keyboard
Johannes Andreasen, trummur