Í kvøld fer danski fólkasangarin Sebastian loksins á pall í Føroyum, eftir at konsert við honum í apríl varð avlýst. Sebastian og Lena Anderssen í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.30
Kendi danski trubadururin, Sebastian, skuldi eftir ætlan hava eina konsert í Norðurlandahúsinum í apríl, men vegna øskurokið í Íslandi varð henda konsertin avlýst og nýggj dagfesting var tí fingin til vega til hesa forkunnugu konsertina.
Ein serstøk konsertuppliving.
Ofta verður sagt, at ein konsert við Sebastian er ein heilt serlig uppliving. Tey, sum kenna Sebastian vita, at hann er ein framúr góður gittarleikari, er speiskur og ikki minst við seg sjálvan. Hann dugir sera væl at fortelja eina søgu og megnar sum fáur at rúnarbinda áhoyraran. Hann hevur skrivað nøkur av teim best dámdu løgunum, ið eru skrivað í Danmark í nýggjari tíð. Tey flestu munnu kennast við sangirnar ?Du er ikke alene?, ?Rose?, ?Den Lille Malkeko? ?Romeo?, ?Når Lyset Bryder Frem? , ?Hodja fra Pjort?, ?Her er sang?, ?Måske ku vi?, ?Stille før storm? , ja listin av ?slagarum? er langur.
Eisini hevur Sebastian skrivað sangleikir og filmstónleik. Eitt nú sangleikin ?Ronja Ránsmannadóttir?, sum varð framførdur í Føroyum. Aðrir sangleikir eru Skattaøen og Pippi.
Sebastian hevur nýliga verið á konsertferð í Danmark og hava hesar konsertir verið sera væl móttiknar bæði av áhoyrarum og ummælarum.
Føroyska Lena Anderssen fer eisini at framføra á konsertini hjá Sebastiani í Norðurlandahúsinum í kvøld.